Ítróttafyriskipari settur til Oyggjaleikirnar í Føroyum 2027

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Poula Michelsen úr Havn verður ítróttafyriskipari á Betri Oyggjaleikunum 2027 í Føroyum. Hon er 49 ára gomul, úr Havn og útbúgvin innan leiðslu, lóg og marknaðarføring.

Hon fer at standa á odda fyri ítróttaliga partinum av leikunum og arbeiða saman við teimum 14 ítróttasambondunum, fyri at tryggja, at kappingarnar verða væl avgreiddar undir bestu umstøðum og eftir galdandi reglum.

– Eg eri fegin og takksom fyri møguleikan, og gleði meg at samstarva við tey mongu dugnaligu fólkini, sigur Poula Michelsen.

Afturat ítróttinum fer hon saman við oyggjaleikasamskiparanum Solby Christiansdóttir eisini at luttaka í arbeiðinum við øðrum uppgávum, eitt nú gisting, tilbúgving og endahátíð.

– Eg ivist onga løtu í, at við Poulu á odda eru allar ítróttagreinarnar í sera góðum hondum, sigur Solby Christiansdóttir.

Poula Michelsen tekur við starvinum 1. septembur. Starvið er í fyrstani 0,4 og verður fulla tíð frá 1. januar 2026.