Ivan koyrdur frá í KvF

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Útvarpið hjá Kringvarpinum boðaði seinnapartin frá, at stjórin í KvF er loystur úr starvi.

Orsøkin er tað, sum kom fram í Frihedsbrevet í síðstu viku, at kringvarpsstjórin hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald

Ivan Niclasen er loystur úr starvinum sum kringvarpsstjóri.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, er loystur úr starvi.

Tað sigur Rógvi Olavson, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið. 

Stýrið hevði fund allan seinnapartin í gjár og niðurstøðan var, at stýrið ikki longur hevði álit á stjóranum.