Jakob Ellemann-Jensen verður framyvir búskaparráðharri, meðan Troels Lund Poulsen verður verjumálaráðharri.
Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í morgun.
Ráðharraskiftið hendir beint eftir, at Jacob Ellemann-Jensen júst er vendur aftur til arbeiðis, eftir at hann hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd í seks mánaðir.
Meðan Ellemann-Jensen var sjúkrameldaður, var Troels Lund Poulsen virkandi verjumálaráðharri.
Tá Jakob Ellemann-Jensen kom aftur til arbeiðis tann 1. august, so var var tað ein formaður, ið var 100 prosent til reiðar aftur, og tí undrar tað mong, hví hetta skiftið hendir í dag.
Tað hevur heldur ikki gingið stillisliga fyri seg, síðan Jakob Ellemann-Jensen kom aftur til arbeiðis. Fyrr í hesum mánaðinum sendi hann aðalstjóran í danska verjumálaráðnum til hús vegna orrustuna, ið hevur tikið seg upp, eftir at danski staturin keypti vápn frá ísraelsku Elbit.
Spurningurin í hesum málinum er, hvørt Jakob Ellemann-Jensen og verjumálaráðið eru komin við skeivum upplýsingum til Fólkatingið, men hetta málið verður kannað víðari.
Jakob Ellemann-Jensen er longu komin við einari umbering fyri sín leiklut í hesum málinum.