Jákup á Borg er nøgdur við hugburðin hjá B36 men saknar meira góðsku í álopsstøðunum
11.10.2026Aftaná 2-1 (1-0) sigurin hjá B36 á AB inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, ið er nøgdur við hugburðin og arbeiðsavrikið hjá sínum monnum, men hann saknar meira góðsku í álopsstøðunum. Hann heldur liðið átti at havt skotið fleiri mál í dag. Nú fer B36 eftir seinasta møguleikanum at røkka einum evropeiskum plássi.