Jákup á Borg: – Menn vístu teir vildu tað og tað var ótrúliga gott
28.07.2026Aftaná 1-0 sigurin hjá B36 í fyrsta dystinum hjá Jákupi á Borg, sum høvuðsvenjara á hesum sinni fekk Trygvi Absalonsen orðið á Jákup á Borg. Jákup viðgongur, at leikliga kundi tað verið betri, men hann undirstrikar: – Menn vístu teir vildu tað og tað var ótrúliga gott. B36 hevði ongan sigur í fimm teimum undanfarnu dystunum, og tí kom hesin sigurin á eitt turt stað.