Miðskeiðis í august tekur Jákup av Skarði við sum SSP-ráðgevi.
Hann er útbúgvin lærari og hevur millum annað tikið útbúgving sum KT-vørður og diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Jákup hevur 26 ára royndir sum lærari, KT-vørður og royndir á Landsmiðstøðini (nú Nám).
Seinastu 15 árini hevur Jákup verið fyrstilærari í Nólsoyar skúla og hevur eisini havt SSP- tiltøk um hendi, skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.