

Jákup Emil arbeiðir fyri altjóða limaskapi hjá Grønlandi í CONCACAF
25.10.2023Síðan Torleif Sigurðsson, sáli, gjørdist formaður í FSF í 1981, brúkti hann fyrstu árini at virka fyri stórar broytingar innan føroyskan fótbólt, har millum annað grúsvøllirnir kring landið vórðu skiftir út við graslíki. Føroyar gjørdust limir í FIFA og UEFA, og føroysku liðini fóru undir at spæla altjóða dystir. Í Grønlandi droyma tey eisini um altjóða limaskap í fótbólti, og tað verður kanska ein føroyingur, sum fer at hjálpa Grønlandi við hesari tilgongdini. Síðan 2021 hevur Jákup Emil Hansen úr Saltangará, sum býr í Nuuk í Grønlandi, gjørt fyrireikingararbeiðið fyri grønlendska fótbóltssambandið – KAK – at søkja um limaskap í CONCACAF, sum er fótbóltssamgongan millum Norðuramerika, Miðamerika og Karibisku oyggjarnar. Hurðin til UEFA er latin aftur, eftir at evropeiska fótbóltssamgongan broytti kriteriini fyri, hvørji lond skulu sleppa við í UEFA, og tí verður nú arbeitt við ítøkiligum ætlanum hjá Grønlandi at fáa limaskap í CONCACAF. Um vikuskiftið varð Jákup Emil valdur inn í nevndina í grønlendska fótbóltssambandinum, KAK:
