Jákup Jacobsen: – Hetta var ein dystur Skála ÍF burdi vunnið
30.08.2026Skála ÍF helt frástøðuna til 07 Vestur og B68 á stigatalvuni, men hjálparvenjarin, Jákup Jacobsen er ikki heilt nøgdur. Hann heldur fyri í samrøðu við Rúna á Reynatrøð, at hetta var ein dystur Skála ÍF burdi vunnið. Men aftaná sjey stig í trimum teimum seinastu dystunum er Jákup ivaleysur í, at Skála ÍF kann fáa væl av stigum seinastu seks dystirnar av kappingini.