

Jákup Martin: – Hetta var ein flottur sigur
21.03.2026– Hetta var ein flottur sigur, tí B68 er eitt gott lið. Vit mugu njóta hesa løtuna. Tað var millum tað, ið høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen segði aftaná 6-0 (2-0) stórsigurin á B36 í Gundadali. Jákup Martin stórfegnast um stóru spæligleðina.















