

Jákup Martin: Vit taka til takkar við einum stigi
13.03.2026Í samrøðu við Trygva Absalonsen staðfesti høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen, at 0-0 javnleikurin millum Víking og B36 var ikki tann best leikti dysturin. Men hann fegnast í sínum lagi um eitt gott verjuavrik, ið bar heim eitt stig á einum torførum útivølli: – Vit taka til takkar við einum stigi, segði Jákup Martin.














