Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Fróða Reinert Petersen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í dystinum B68-EB/Streymur 2-2 (1-0) á Svangaskarði á Toftum. Hoyr Fróða taka samanum dystin, og hoyr samrøður við høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg hjá B68 og Sigfríð S. Clementsen hjá EB/Streymi, ið báðir samanumtikið eru nøgdir við gongdina hjá sínum liðum higartil í kappingini.
