Havstovan skrivar, at Jákup Sverri hevur gjørt eina kanning av makrelgýting kring Føroyar, sum er partur av eini felagskanning við fleiri londum.
Kanningin verður gjørd triðja hvørt ár, og hesaferð var nøgdin av makreleggum umleið 25 prosent lægri enn í 2022.
Mesta gýtingin var í økjunum eystanfyri, móti evropisku hellingini, og vestanfyri í Bankarennuni og út av Landgrunninum.
Tilsamans vórðu 13000 fiskaegg savnaði, harav umleið 12000 vóru makrelegg. Eggini eru smá, 1,1 til 1,3 mm í diametur, og alt eftir hvussu heitur sjógvurin er, klekjast tey eftir 1-2 vikum. Royndirnar vísa bæði nýgýtt egg og egg við larvum, sum eru nær við at klekjast.
Kanningin hjá Jákup Sverra er partur av felagsskanningum, sum verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar, í tíðarskeiðinum frá februar til juli.
Umframt Føroyar eru Danmark, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland við í kanningini.
Úrslitini frá øllum skipunum skipunum, sum vóru við, verða viðgjørd í eini samlaðari meting, sum verður gjørd í august.

Mynd 1. Gulf VII varð nýttur til at savna fiskaegg.

Mynd 3. Nøgdin av makreleggum á hvørji støð, avmyndað sum ljósareyðir sirklar. Støðir við ongum makreleggum eru vístar sum ‘x’ og trolstøðir eru vístar sum bláir ferhyrningar. 2000 m, 1000 m, 500 m og 200 m dýpdarlinjur eru vístar við gráum linjum og landamørk við brúnligum linjum. Litirnir á myndini vísa miðal vatnskorpuhita, mátað við fylgisveini 15.-18. maj 2025.