Tú lurtar eftir

James Carothers á ársins Country Festival

08.03.2024

– Nashville ‘Honkey-Tonk’ sangarin, James Carothers, kemur til Føroya at spæla fyri tykkum á Country Festivalinum 2024. Tað skrivar Country Festivalurin í tíðindaskrivi. James er kendur fyri sínar framførslur í Nashville, har hann síðan 2015 hevur framført fleiri enn 2.000 konsertir á millum annað vælkendu AJ’s Good Bar, The Nashville Palace og Music City Bar, samstundis sum hann hevur framført á palli í Londum, Kanada, Japan, Skotland og Norra. Country Festivalurin skrivar, at størsti dreymurin bleiv uppfyltur, tá hann í 2020 bleiv boðin á pall í víðakenda ‘Grand Ole Opry’ fyri túsundavís av áskoðarum. Seinni sama ár bleiv hann útvaldur av navnframa Allan Jackson at hita upp til konsert sína á ‘Bridgestone Arena’ í Nashville. – Hetta er ein av størstu Country sangarunum, ið Nashville hevur at bjóðað heim til Føroya, so takið væl ímóti honum á palli í Sørvági í 2024, skrivar Country Festivalurin. Atgongumerki eru til sølu á www.country.fo “Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast” Her er lagið “Back to Hank”, har James Carothers leitar aftur til góðu country-tíðina, tá Hank Williams ráddi fyri borgum, tónleikasliga: https://youtu.be/VG3U6ALZo2A?si=qvlxbuMoSlN9b59Q

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Festivalradio (ljóð)

Vit senda frá festivalunum kring landið.

Allar sendingar í røðini
Gamli flogvallarstjórin fegnast um Country og Blues festivalin

Hoyr samrøðuna Petur Jákup Heinesen gjørdi við gamla flogvallarstjóran, Finnboga Niclasen sum stórfegnast um C…

09.06.2023
Royna eisini at hava nakað fyri børnini á Countryfestivalinum

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Jóhan Petur á Stongum frá Country og Blues festivalinum í Sørvági…

09.06.2023
Four Menh vera seinast á pall í nátt á Countryfestivalinum í Sørvági

Hoyr samrøðuna Petur Jákup Heinesen gjørdi við Njál og Hugo frá Four Menh, ið verður teir seinastu at fara á p…

09.06.2023
Countryfestivalurin er ein “bygdasligur” festivalur upp á tann góða mátan

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Mickey Shemesh frá Country og Bluesfestivalinum í Sørvági. Mickey…

09.06.2023
Blátt Gras lovar eitt brak á Stakkapallinum klokkan 23.30

Hoyr hugfarsligu samrøðuna Petur Jákup Heinesen gjørdi við Ragnar Joensen og Terja Johannesen frá Blátt Gras, …

09.06.2023
Blátt Gras lova eitt brak á midnátt í kvøld á Countryfestivalinum í Sørvági

Hoyr samrøðuna Petur Jákup Heinesen gjørdi við Terja Johannesen og Ragnar Joensen frá bólkinum Blátt Gras, ið …

09.06.2023
Fríði skal á pall við Beintu klokkan 19 í kvøld á Countryfestivalinum í Sørvági

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Fríða Signarson frá bólkinum Fríðu og Beintu. Tey fara á pall á C…

09.06.2023
Ljómborðsleikarin Inga er spent upp á fyrstu konsertina á Countryfestivalinum

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við ljómborðsleikaran, Ingu Laksáfoss Simonsen, ið spælir við í bólki…

09.06.2023
Allan bjóðar fólki at vera vælkomin til ein spennandi og góðan Country og Blues Festival

FM1 sendir beinleiðis úr Sørvági í samband við, at Country og Blues Festivalur er um vikuskiftið. Petur Zachar…

09.06.2023