Føroyskir fiskimenn fara at hava sama formann í Fiskimannafelagnum, sum teir hava havt síðani 2007.
Jan Højgaard var tann einasti, sum stillaði upp til formann, nú freistin at stilla upp fór.
Jan Højgaard hevur sitið sum formaður síðani 2007, tá ið hann tók við eftir Óla Jacobsen.