Føroya Fiskimannafelag fordømir russisku innrásina í Ukraina. Eisini tekur felagið undir við landsins myndugleikum, tá ið almennu Føroyar velja at veita fíggjarligan stuðul til Ukraina og at taka ímóti ukrainskum flóttum. Føroyska samfelagið tekur altjóða ábyrgd, og er tað gott.
Í tí sambandi er eisini neyðugt at umhugsa støðuna við framhaldandi samstarvinum við Russland um fiskiveiðu okkara í russiska partinum av Barentshavinum og fiskiskapin hjá russum í føroyskum sjóøkið umframt teirra virksemi í føroyskum havnum. Í hesum sambandi hava landsins myndugleikar í fjørheyst latið embætisfólk gjørt eina búskaparliga útgreining av avleiðingunum, sum almenningurin tó ikki hevur fingið innlit í. Nú hevur enn ein embætismannabólkur gjørt útgreiningar av møguligum átøkum mótvegis Russlandi viðvíkjandi fiskivinnusamstarvinum í Barentshavinum og umbýtinum av fiskirættindum.
Her er tað hugstoytt at staðfesta, at landsins myndugleikar umhugsa at enda hetta týðandi fiskivinnusamstarvið uttan so mikið sum at hoyra Føroya Fiskimannafelag. Hvørki fyrri ella seinni embætismannabólkurin hevur spurt seg fyri hjá manningarfelagnum. Serliga hugstoytt er hetta, tá ið hugsað verður um, at 250 av okkara limum standa til at missa kjansin, um samstarvið verður slitið. Sambært Hagstovu Føroya starvast umleið 1.200 løntakarar í fiskiveiðu í dag, meðan tað fyri 20 árum síðani vóru tvífalt so nógvir. Sostatt liggur fimta hvørt arbeiðspláss á sjónum í Barentshavinum.
Fiskimannafelagið vil við hesum staðiliga biðja myndugleikarnar hugsa um álvarsomu menniskjansligu avleiðingarnar, um fiskiskapurin í Barentshavinum skal halda uppat.
Skaale: Satsa uppá fuglar á takinum
Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale skipaði herfyri fyri ráðstevnu undir sigandi heitinum Exit Russland. Nú var eg sjálvur til staðar í Løkshøll, har frágreiðing bleiv løgd fram um samstarvið við Russland um fiskiveiðumøguleikar í Barentshavinum. Tíverri fingu vit áhoyrarar ikki møguleika at seta spurningar, men sjálvur sat eg eftir við nógvum ósvaraðum spurningum.
Sjúrður Skaale undirstrikaði ferð eftir ferð, at talan er um fuglar á takinum, tá ið hansara frágreiðing pástendur, at føroysk fiskiskip kunnu økja virðið á veiðuni eftir pelagisku fiskasløgunum, sum russisk fiskiskip í dag veiða í føroyskum sjóøki. Eftir at hava kagað í frágreiðingina og roknistykkini mugu vit sum manningarfelag bara staðfesta, at tað valdar sera stór óvissa um ógvusligu niðurstøðurnar.
Høvdu pelagisku kvoturnar verið tillutaðar føroyskum fiskiskipum, hevði hetta møguliga verið grundarlag fyri eini manning á umleið 30 fiskimonnum við tíðini. Manningartalið hevði sostatt verið 12 prosent av tí, sum mynstra við barentshavstrolarunum í dag. Tí er hetta ongin loysn fyri okkara limir, sum í dag hava sítt livibreyð í Barentshavinum. Bert tíggjundi hvør teirra hevði møguliga fingið kjans. So hetta er ikki so frægt sum fuglar á takinum.
Klekingardepilin í Barentshavinum verður burtur
Umframt at vera livibreyð hjá 250 fiskimonnum í løtuni, hevur fiskiskapurin í Barentshavinum eisini verið eitt slag av klekingardepli fyri sjófólk gjøgnum fleiri áratíggju. Herfyri var eg til móttøku fyri einum av okkara limum, nú tað vóru liðin 40 ár síðani hann mynstraði við barentshavstrolara á fyrsta sinni. Tað var hugaligt at hoyra, hvussu væl hann og starvsfelagar hansara trívast umborð á trolarunum – annars hevði hann ikki verið so leingi í sama starvi. Eisini var tað áhugavert at fáa innlit í, hvussu nógvir av hansara fyrrverandi starvsfeløgum hava gjørt sínar fyrstu royndir sum fiskimenn har umborð fyri síðani at fara upp á skúla ella við øðrum fiskiskipi. Eisini í Grønlandi og Noregi.
Á henda hátt hevur fiskiskapurin í Barentshavinum verið ein veruligur klekingardepil fyri sonnum innløgumonnum, sum í dag sigla við øðrum fiskiskipum, farmaskipum og øðrum skipum, har teir árliga forvinna fleiri hundrað milliónir krónur til føroyska samfelagið.
Hetta er ein institutión í føroyska fiskiveiðusamfelagnum, sum tað hevur tikið áratíggju at byggja upp. Við einum pennastroki kann hetta blíva søga.
Veiðuvirðini javnviga møguliga, men stórur munur á kjansunum
Hjá akademikarum í embætismannabólkinum kann tað í einum rokniarki møguliga vera lætt at fáa virðini av pelagisku veiðuni her heima at javnviga so nøkulunda við virðini av botnfiskakvotunum í Barentshavinum. Men hjá okkara limum er ongin ivi um, at ein uppsøgn av fiskivinnusamstarvinum í Barentshavinum kostar 250 fiskimonnum og familjum teirra livibreyðið.
Ein álvarsom hóttan at hava hangandi
Tí vil eg sum formaður í Føroya Fiskimannafelag biðja landsins myndugleikar hugsa seg væl um, hvørt samstarvið við Russland skal sigast upp ella ikki. Sjálvandi kunnu vit sum samfelag velja at seta í verk onkrar avmarkingar fyri virkseminum hjá russiskum skipum í føroyskum sjóøki og í føroyskum havnum. Tað hava norskir myndugleikar longu langt síðani gjørt.
Men vit mugu minna á, at tað eru bert føroyskir og norskir fiskimenn, sum hava ítøkiligar royndir av at samstarva við russiskar myndugleikar um fiskiskapin í Barentshavinum. Hinar sokallaðu fiskivinnutjóðirnar í Evropa hava als ongar royndir av at fiska í Barentshavinum, tí er tað eisini púra kostnaðarleyst hjá teimum at krevja av føroyskum fiskimonnum, at teir skulu uppgeva sítt livibreyð í Barentshavinum.
Um fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum ikki heldur fram, so fer hetta á ongan hátt hjálpa Ukraina. Tá gerast vit bert ein fátækari tjóð, har tað serliga eru okkara fiskimenn, sum vera við sviðusoð. Lat okkum heldur blíva við at veita fíggjarligan stuðul til Ukraina og taka ímóti flóttum, og síðani vera til reiðar at hjálpa teimum at endurbyggja land teirra, tá kríggið er av.
Jan Højgaard, formaður
Føroya Fiskimannafelag