, ,

Játta millión­ir til at menna fram­leiðsl­una av grøn­meti

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

“Føroyar eru ein matvøruframleiðandi tjóð, og tað er umráðandi at stremba eftir at gagnnýta til fulnar tað matvørutilfeingið vit hava, bæði á landi og sjógvi.” Tað sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í lýsing av sínum landbúnaðarpolitikki.

Tann komandi landbúnaðarpolitikkurin skal leggja dent á “at økja framleiðsluna av dygdargóðum landbúnaðarvørum, m.a. grønmeti, og munagóð játtan verður tí sett av til at økja grønmetisframleiðsluna,” varð sagt.

Eisini upplýsti Uttanríkis- og Vinnumálaráðið at ein royndarverkætlan við gartnara sum skal standa fyri at menna grønmetisframleiðslu og ráðgeva veltihugaðum fólki í øllum landinum verður nú gjørd til eitt fast starv.

“Grønmetismenning er ein uppgáva sum Búnaðarstovan skal røkja saman við bóndum og eldsálunum í Veltuni á Sandi,” varð víðari staðfest.

Harafturat verður játtanin til verkætlanir ið skulu økja um framleiðsluna av grønmeti hækkað upp í eina mió. kr.

“Granskarasetrið iNOVA hevur frá byrjan havt matmenning sum part av sínum endamáli, og í nýggju strategiini leggur iNOVA enn størri áherðslu á at skapa eitt umhvørvi sum kann stuðla bæði matíverksetarum og etableraðum fyritøkum sum vilja gagnnýta okkara ríka tilfeingi enn meira og betur. 750 túsund kr. verða tí játtaðar til at seta fólk sum kann standa fyri mat- og tilfeingismenningini í iNOVA.”