Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum Víkingur-EB/Streymur 1-1 (0-0), og hoyr samrøðurnar hann gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi og Andras Olsen hjá EB/Streymi. Javnleikurin gagnast betur hjá Andrasi enn hjá Sølva. Kortini heldur Andras, at málið hjá Vìkingi átti at verið kolldømt, tí hann sá bóltin vera uttanfyri. Sølvi finnur ugga í, at Bergur Gregersen er komin aftur frá skaða, og veruleikan, at Kaj Leo í Bartalsstovu aftur var at síggja á besta liðnum hjá Víkingi aftaná at hava verið uttanlands í 12 ár. Myndir: EB/Streymur og Sverri Egholm.
