Javnstøðulógin skal dagførast komandi tingsetu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Almanna- og mentamálaráðið boðar frá, at Landstýrið arbeiðir við at broyta galdandi javnstøðulóg er frá 1994. Hon verður endurskoðað, dagførd og víðkað. Lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu. T

Landsstýrið hevur í hesum sambandi lagt fram ritið Saman um javnstøðu, har tær størstu javnstøðuavbjóðingarnar í føroyska samfelagnum verða lýstar.

Eitt nú eiga menn stóran part av lønarútgjaldinum, kvinnur eru undirumboðaðar í leiðandi størvum, og kynsbýti sæst bæði á arbeiðsmarknaðinum og í útbúgvingarskipanini. Eisini hevur demografiska undirskotið av kvinnum millum 20 og 50 ár stórar avleiðingar fyri samfelagið.

Lógarbroytingarnar fevna millum annað um nýggja endamálsorðing, greiðari meginreglur, vernd móti kynsligum ágangi í arbeiðslívi og krøv til arbeiðsgevarar og almennar stovnar.

Landsstýrisfólkini hava lýst javnstøðuavbjóðingar og møguligar loysnir á sínum ábyrgdarøki.

Løgmaður leggur dent á javnrættindi, fíggjarmálaráðharrin vísir á sambandið millum búskap og javnstøðu, og onnur landsstýrisfólk taka javnstøðu fram innan heilsu, mentan og lógarmál.

Javnstøða snýr seg ikki bara um rættvísi, men um at tryggja trivnað og javna atgongd til møguleikar í samfelagnum, leggja landsstýrisfólkini dent á.

Sí støðulýsingina Saman um javnstøðu her.