,

Jean-Marie Le Pen er deyður

Skrivað

Kristian Waag Dam

Dagfesting

Fyrrverandi franski politikarin, Jean-Marie Le Pen, sum stovnaði og leiddi franska flokkin Front National í fleiri áratíggju, er deyður, 96 ára gamal. Hetta boðar familjan frá sambært tíðindastovuni AFP.

Sambært familjuni andaðist Jean-Marie Le Pen, sum í fleiri vikur hevur verið á viðgerðarstovni, á middegi týsdagin “við sínum kæru hjá sær”.

Jean-Marie Le Pen var við til at stovna høgrasinnaða flokkin Front National í 1972. Hann stovnaði Front National sum eitt aftursvar til tað, sum hann metti vera eina vaksandi sosialismu í Fraklandi.

Í síni politisku karrieru var Jean-Marie Le Pen ein av mest umstríddu politikarunum í Fraklandi. Millum annað kallaði hann gasskømrini, sum nasistarnir nýttu undir seinna veraldarbardaga, fyri smálutir í søguni um annan veraldarbardaga.

Jean-Marie Le Pen var forsetavalevni heilar fimm ferðir – í 1974, 1988, 1995, 2002 og í 2007. Í 2002 tók hann ein stóran part av Fraklandi á bóli, tá tað eydnaðist honum at koma í seinna umfarið í forsetavalinum. Tættari at forsetasessinum kom hann tó ikki, tí konservativi Jacques Chirac vann seinna umfarið sannførandi.

Eftir at Jean-Marie Le Pen hevði staðið á odda sum floksformaður í 38 ár, tók dóttir hansara, Marine Le Pen, við leiðsluni í flokkinum í 2011. Flokkurin hevur síðan broytt navn til Rassemblement National. Í 2022 valdi Marine Le Pen at leggja frá sær sum floksleiðari.

Í dag er tað 29 ára gamli Jordan Bardella, sum stendur á odda fyri Rassemblement National, hóast Marine Le Pen og Le Pen familjan framvegis hava ein týðandi leiklut í flokkinum.