Í hesum døgum hevur Útnorðurráðið sín 39. ársfund í Reykjavík, og har skuldi eisini nýggjur formaður veljast til Útnorðurráðið fyri komandi árið.
Valið fall á Jenis av Rana, meðan Kim Kielsen úr Grønlandi verður fyrri næstformaður, og Steinunn Tóra Árnadóttir úr Íslandi verður seinna næstforkvinna.
Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari.
Ráðið viðger millum annað ferðavinnu, sjálvbjargni í matframleiðslu, ung í Útnorðri, hvalaveiðu, veðurlagsbroytingar, Arktis og samstarv yvirhøvur.
Hetta er samstundis á fyrsta sinni, at ráðið bjóðar almenninginum til tiltak í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
Evnið á tí tiltakinum er samstarv í útnorðri, skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum.