Jens Erik heldur fram í EB/Streymi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

– Tað er við stórari gleði at vit kunnu kunngera, at Jens Erik Bruhn hevur gjørt ein nýggjan sáttmála við EB/Streym. Soleiðis skrivar felagsliðið á heimasíðu síni

Jens Erik spældi ein stóran leiklut á EB/Streymaliðnum í fjør, har hann spældi 26 dystir í landskappingini og tveir dystir í steypakappingingi.

Fleiri høvdu kanska vænta, at Jens Erik Bruhn fór aftur til barndómsfelagið TB, og teir flutt upp afturí best deildina. Men nú greitt, at hann heldur fram í EB/Streymi.

– Eg eri spentur uppá nýggja kappingarárið og vónandi kunnu vit byggja víðari uppá endaspurtin í fjør, sigur Jens Erik Bruhn.

Sáttmálin millum Jens Erik og EB/Streym er galdandi fyri kappingarárið 2025.