HB boðar í dag frá, at fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jens Martin Knudsen, verður partur av fyribils venjaratoyminum í HB við André Olsen sum høvuðsvenjara.
Jens Martin var málmansvenjarni hjá HB í fjør, men hevur ikki verið partur av venjaratoyminum hjá Adolfo Sormani í ár.
André Olsen hevur eisini fyrrverandi HB-leikararnar, Teit Gestsson og Trónd Jensen afturat sær í venjaratoyminum.
Nýggja venjaraoymið í HB fekk góða byrjan við 1-0 sigri móti Víkingi í Gøtu. Fríggjadagin fáa teir seg kortini veruliga royndar, tá ið KÍ, sum er fremst í Betrideildini, kemur í Gundadal, at spæla móti HB.