Fjallaklintrarin, fjallabjargarin og sjónvarpsupptøkumaðurin, Jens Jákup Hansen, sum eisini kallar seg Hin Rusuti, boðar á Facebook frá, at hann hevur sett sær sítt næsta mál.
Jensjáku Hansen, sum hann kallar seg á Facebook, ætlar sær at klintra upp á 6.812 metra høga fjallið Ama Dablam, sum er í Himalaya eystarliga í Nepal.
Jens Jákup Hansen skrivar, at Ama er uttan iva eitt av vakrastu fjøllunum í heiminum. Ama Dablam, sum merkir hálsband móðurinnar á nepalskum, verður ofta nevnt Matterhorn í Himalaya, tí tað er eitt av teimum mest tekniskt krevjandi fjøllunum at klintra.
Jens Jákup greiður frá, tað er bratt at klintra á Ama Dablam, og ofta mást tú klintra loddrætt eftir klettum og ísi.
Sir Edmund Hillary, sum fyrstur klintraði heimsins hægst fjall Mount Everest saman við Tenzing Norgay, segði enntá, at Ama Dablam var vakurt, men óklintriligt. Ama varð ikki klintrað fyrr enn í 1961, næstan tíggju ár eftir fyrstu klintringina upp á Everest.
Jens Jákup Hansen er kendur fyri sjónvarpssendingarnar Hin rusuti á Kilimanjaro og Hin rusuti á Aconcagua. Eisini gjørdi hann sendingarnar Útilív, um at ferðast í náttúruni í Føroyum.
Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Við átakinum Hin Rusuti hevur hann varpa ljós á ADHD, og hann hevur gjørt filma, hildi fyrilestrar og skriva nógv á sosilaum miðlum

