Jóan Petur, Mark ella Rógvi verða Ítróttavenjarin 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tilnevningar til Ítróttavenjaran 2024 eru kunngjørdar. Tey tilnevndu eru Jóhan Petur Poulsen frá Víkingi, Mark Lausen Marcher frá H71/HSF, og Rógvi Nielsen frá Flogbóltsfelagnum Ternan.

Heiðurin verður latin á Ítróttafagnaðinum, sum verður hildin í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Í fjør vann Heri Ziska heiðurin Ítróttavenjarin 2024 fyri venjaraarbeiði í frælsum ítrótti (myndin).


Jóhan Petur Poulsen verður tilnevndur fyri sín innsats sum venjari hjá Víkingi, har hann hevur leitt felagið til FM við síni treiskni og taktiska snildni. Hann hevur verið felagsins maður, ið arbeiðir hart fyri at tryggja trivnaðin hjá øllum í felagnum, bæði á dreingja- og gentusíðuni.

Hann er eisini høvuðsungdómsvenjari í Víkingi, har hann leggur dent á menningina av bæði breidd og elitu. Hansara nærvera á vøllinum og í Víkingahúsinum tryggjar, at hann hevur fingurin á pulsinum, og hann hevur verið ein sannur fongur fyri felagið.


Mark Lausen-Marcher er tilnevndur fyri sín stóra týdning fyri føroyskan hondbólt, bæði sum venjari hjá H71 og fyri síni avrik sum landsliðsvenjari. Mark kom til Føroya úr Danmark í 2014 og hevur síðan arbeitt hart fyri at menna hondbóltin í Føroyum. Hann hevur vunnið fleiri greipur við bæði kvinnum og monnum hjá H71 og hevur eisini havt góð úrslit við ymiskum landsliðum. Hann hevur evnað at skapa eitt venjingarumhvørvi, har bæði úrvals- og breiddaríðkarar trívast, og har íðkararnir vilja gera sítt besta.


Rógvi Nielsen er tilnevndur fyri sítt eldhugaða arbeiði við flogbóltsdreingjunum í Ternuni, har hann hevur megnað at skapa trivnað og rørðslugleði hjá ungu leikarum. Rógvi hevur megnað at samansjóða aldursbólkarnar og skapa ein breiðan felagsskap, har allir merkja, at teir hava týdning. Hann er altíð væl fyrireikaður og eldhugaður, og úrslitini eru eisini góð. Rógvi hevur staðið á odda fyri at vinna FM og spældu seg í steypafinaluna við dreingjunum.