KA Akureyri boðar í dag frá, at Jóan Símun Edmundsson hevur skrivað undir sáttmála ið felagið.
32-ára gamli Jóan Símun Edmundsson hevur verið uttan sáttmála eftir at hava spælt við Beveren í Belgia, og undan hesum hevur hann eisini spælt fyri eina røð av útlendskum liðum, teirra millum Arminia Bielefeld, har hann var frá 2018 til 2021.
Venjarin hjá KA, Hallgrímur Jónasson, spældi á liði við Jóan Símuni Edmundsson, tá teir báðir spældu fyri OB í bestu donsku deildini frá 2016 til 2018.
KA hevur fyri kortum spælt seg víðari í UEFA Confederations Cup, og næsti dystur á skrá er hósdagin, tá teir skulu spæla móti Dundalk úr Írlandi.