Jóan Símun í staðin fyri Petur Knudsen

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fótbóltssambandið skrivar á heimasíðuni, at Jóan Símun Edmundson er biðin at koma við í landsliðshópini, tí Petur Knudsen er skaddur.

Petur Knudsen verður ikki tøkur til HM undankappingardystin ímóti Gibraltar á Tórsvølli mánakvøldið, eftir at hann noyddist av vøllinum við skaða í dystinum ímóti Georgia.

Hvussu álvarsamur skaðin er, er enn ógreitt. Men landsliðsvenjarin hjá monnum, Eyðun Klakstein, hevur sent boð eftir Jóani Símun Edmundsson, sum spælir fyri KA Akureyri í Íslandi.

– Tað er deiligt at hava fingið landsliðsboð aftur, men eg eri eisini harmur um, at Petur Knudsen er blivin skaddur, og vil ynskja honum góðan bata, sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.