, ,

Jóannes Bjartalíð helt lyftið

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tá Jóannes Bjartalíð skifti til norskan fótbólt frá KÍ til Fredrikstad, var tað ein lítil fjeppari, sum lippaði í Fuglafirði. Knappliga skuldi yndisleikarin spæla í Norra og tað helt fjepparin lítið um. Fjepparin helt, at Jóannes heldur skuldi verða verandi hjá KÍ, tí hann er so góður og skorar nógv mál.

Mamman, sum sjálv er fyrrverandi landsliðsleikari, filmaði unga fjepparan og Jóannes sá upptøkuna. Tá lovaði Jóannes, at ungi fjepparin skuldi fáa hansara blusu.

Í dag sat Reinaldur Zachariassen so við einum skelti, har tað stóð “Bjartalíð kom aftur til Føroyar”. Jóannes legði merki til skeltið og gav unga fjepparanum landsliðsblusuna. Ungi fjepparin var sera væl nøgdur.

Foreldrini hjá unga fjepparanum, Mary-Ann og Høgni Zachariassen, eru bæði væl kend í fótbóltsumhvørvinum og hava heilt víst lagt lag á.

https://www.facebook.com/1306521728/videos/1166309294312787/