Jóannes Bjartalíð: – Seinni hálvleikur var ræðuliga góður
02.10.2026Aftaná góða avrikið og 1-1 (0-1) javnleikin móti bólkafavorittunum, Slovakia á Tórsvølli rundaði Petur Asbjørn Lervig av við einari eitt sindur longri samrøðu við Jóannes Bjartalíð, ið heldur, at Føroyar spældu ein góðkendan fyrra hálvleik, meðan seinni hálvleikur var ræðuliga góður, sambært Jóannesi. Nú Føroyar ferðast til Kasakstan, har Jóannes vinnur fyri sítt breyð skiftu hann og Petur Asbjørn eisini orð um tilveruna hjá honum í Kasakstan, har Jóannes ætlar sær trý stig til Føroyar týsdagin.