Tú lurtar eftir

Jóannes Bjartalíð: – Sindur ergiligt ikki at hava verið partur av KÍ-hópinum í summar

06.09.2023

– Tað er eitt sindur ergiligt ikki at vera partur av KÍ-ævintýrinum í summar, men tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast hjá KÍ. Tað sigur klaksvíkingurin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð, nú KÍ er farið avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin í summar, eftir at føroysku meistararnir vunnu seg í eitt evropeiskt bólkaspæl sum tað fyrsta føroyska felagið. Men nú handlar tað um landsliðið og sera torføru uppgávuna móti Póllandi í annaðkvøld. – Vit skulu brúka avrikið hjá KÍ sum íblástur móti Póllandi. Tað verður torført, men vit mugu trúgva upp á tað, sigur Jóannes Bjartalíð. Fyrrverandi KÍ-spælarin sigur, at hann er í góðari dystarvenjing nú, og at tað koyrir væl í Norra, nú lið hansara, Fredrikstad, liggur nummar eitt í næstbestu norsku deildini. Hóast hann hevur fingið nøkur mál, og eisini nøkur mál upp á brotsspark, so er Jóannes Bjartalíð ikki heilt nøgdur við sínar egnum deyðbóltar seinastu tíðna. – Tað hevur gingið av hundanum til við deyðbóltum í Fredrikstad, men kanska tað fer at ganga betur nú, sigur hann. Eisini kemur Jóannes Bjartalíð eitt sindur inn á sína egnu fótbóltsframtíð. Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Jóannes Bjartalíð her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Tíðindasendingin klokkan 17 – 27. august

Samrøða við løgmann, Aksel V. Johannesen um ríkisfelagsskapin og WTO, samrøða við Siggert Patursson, formann í…

27.08.2024
Endurhoyr hoyr yvirtíðardrama´ið KÍ-EB/Streymur 2-1

Hoyr frásøgumannin hjá FM, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá málunum og drama´inum í yv…

25.08.2024
Jónas B. Prior fegnast um fyrsta málið í Betrideildini og sigurin hjá 07 Vestur á B68

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá báðum málunum 07 Vestur skoraði …

24.08.2024
Hoyr Sølva Vatnhamar og tríggjar fegnar HB-arar seta orð á ársins dyst: Víkingur-HB 3-4 (1-2)

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per Dávidsson Jacobsen siga frá teimum sjey málunum í ár…

23.08.2024
Gott avrik 10 móti 11 men 2-2 málið hjá HJK var ein strika í rokningini hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skot…

22.08.2024
Samuel: HB vann uppiborið men avrikaði ikki nóg væl – Tórður: B68 dugir ov illa at gagnnýta málmøguleikarnar

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá 1-0 sigursmálinum Muhamed Samba skoraði fyri HB móti B68…

18.08.2024
Sigfríður: Hetta var ein hart tiltrongdur sigur hjá EB/Streymi

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen um 1-0 sigurin hj…

18.08.2024
Afturkomni Andrass Johansen hjá B36: – Vit áttu at fingið javnleik

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru sko…

12.08.2024
Petur Knudsen er lættur um ein heldur hepnan sigur – Pauli Poulsen iðrar seg

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Knút B. Johannessen siga frá teimum trimum málunum NSÍ …

10.08.2024
KÍ-Borac Banja Luka 2-1 (2-1) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við Páll A. Klettskarð og Hallur Hansson

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum trimum málunum, ið v…

08.08.2024
Hoyr Petur Asbjørn Lervig og Eyðstein Zachariasen taka stutt samanum dystirnar: ÍF-Víkingur 0-6 (0-1) og EB/Streymur-B36 0-4 (0-2)

Petur Asbjørn Lervig og Eyðstein Zachariasen vóru heimildarmenn hjá FM1 í kvøld. Hoyr teir taka stutt samanum …

05.08.2024
Hanus Sørensen: Fantastiskt at vinna ein dyst aftur

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá teimum trimum málunum HB skoraði móti Skála á ovara vøll…

05.08.2024
Teitur fegnast um gott avrik hjá HB í kvøld men iðrar seg um fyrra hálvleikin í Kroatia

Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Heðin Askham seta orð á góða avrikið hjá HB í 0-0 javnleikinum á Tórsvølli móti kro…

01.08.2024
Sølvi: Vit fingu okkum hart royndar móti Gent

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per D. Jacobsen siga frá teimum trimum málunum Gent skor…

01.08.2024
Hoyr metmannin Árna Frederiksberg og verjuskansan Odmar Færø seta orð á 3-2 sigurin hjá KÍ á Malmö FF

Hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Trygvi Absalonsen gjørdi við metmannin, Árna Frederiksberg sum nú hevur s…

30.07.2024
Hoyr málini og samanumtøku hjá Jóan Paula Jacobsen: KÍ-Malmö FF 3-2 (1-1)

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum fimm málunum, ið vó…

30.07.2024