Tú lurtar eftir

Jóannes Bjartalíð: – Sindur ergiligt ikki at hava verið partur av KÍ-hópinum í summar

06.09.2023

– Tað er eitt sindur ergiligt ikki at vera partur av KÍ-ævintýrinum í summar, men tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast hjá KÍ. Tað sigur klaksvíkingurin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð, nú KÍ er farið avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin í summar, eftir at føroysku meistararnir vunnu seg í eitt evropeiskt bólkaspæl sum tað fyrsta føroyska felagið. Men nú handlar tað um landsliðið og sera torføru uppgávuna móti Póllandi í annaðkvøld. – Vit skulu brúka avrikið hjá KÍ sum íblástur móti Póllandi. Tað verður torført, men vit mugu trúgva upp á tað, sigur Jóannes Bjartalíð. Fyrrverandi KÍ-spælarin sigur, at hann er í góðari dystarvenjing nú, og at tað koyrir væl í Norra, nú lið hansara, Fredrikstad, liggur nummar eitt í næstbestu norsku deildini. Hóast hann hevur fingið nøkur mál, og eisini nøkur mál upp á brotsspark, so er Jóannes Bjartalíð ikki heilt nøgdur við sínar egnum deyðbóltar seinastu tíðna. – Tað hevur gingið av hundanum til við deyðbóltum í Fredrikstad, men kanska tað fer at ganga betur nú, sigur hann. Eisini kemur Jóannes Bjartalíð eitt sindur inn á sína egnu fótbóltsframtíð. Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Jóannes Bjartalíð her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Schjønberg: – Tað skal ikki síggja gott út tá ein vinnur seg víðari í steypakappingini

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Michael Schjønberg um 1-0 heimasigur…

16.04.2026
Eru effektivar – men iðra okkum um at vit ikki skaptu meira

Birita Ryan skoraði seinna føroyska málið í 2-3 tapinum fyri Grikkalandi. Verjuspælarin hevur blandaðar kenslu…

14.04.2026
Heidi eftir landsdyst nummar 100: – Nakað man skal vera errin av

Tað hevur tikið mær yvir tjúgu ár og eg eri glað fyri enn at vera nóg góð, staðfestir 37-ára gamla Heidi Sevda…

14.04.2026
– Serstakt við dysti nummar 100 hjá Heidi Sevdal

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, heldur at liðið er væl fyri til heimadystin móti Grikkalandi. Føroysku kvi…

14.04.2026
Øssur Hansen: – AB letur ov løtt mál inn í dag

Aftaná 0-4 (0-1) tapið hjá AB í Sarpugerði fekk Rúni á Reynatrøð orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen, …

12.04.2026
Aron Benjaminsen, Filip Djordjevic og Kristian Jacobsen seta orð á stórsigurin

Hoyr Aron Benjaminsen, Filip Djordjevic og Kristian Jacobsen hjá Víkingi seta orð á 4-0 (1-0) stórsigurin hjá …

12.04.2026
Harmast tepra tapið fyri HB men er nøgdur við avrikið hjá sínum monnum

Aftaná 1-2 (0-0) tapið fyri HB við Margáir, har EB/Streymur enntá var á odda 1-0 fekk Per D. Jacobsen orðið á …

12.04.2026
Sigursmálskjúttin hjá HB: – Tað var torført at bróta EB/Streym niður

Aftaná 2-1 (0-0) sigurin hjá HB á EB/Streymi við Margáir fekk Per D. Jacobsen orðið á ein fegnan sigursmálsskj…

12.04.2026
Dávid Reynheim fegnast um fyrsta kappingarmálið fyri KÍ

Tá KÍ í kvøld vann 6-1 (3-0) á B68 í Klaksvík var fagnaðurin størstur, tá 18 ára gamli Dávid Reynheim økti til…

11.04.2026
Ein sjálvspeiskur Tórður: – Vónandi bjargar málverjin hjá B68 onkrum skoti næstu ferð

Veteranmálverjin hjá B68 var sjálvspeiskur aftaná 1-6 (0-3) tapið fyri KÍ í Klaksvík: – Vónandi bjargar málver…

11.04.2026
Jákup Martin: – Tað var torført at bróta Skála ÍF niður

Aftaná dystin B36-Skála ÍF 0-0 fekk Brynjar Jacobsen orðið á høvuðsvenjaran, Jákup Martin Joensen, ið slær fas…

11.04.2026
Pauli: – Góð kensla hjá Skála ÍF at koma á stigatalvuna

Tað var ein fegin høvuðsvenjari hjá Skála ÍF Brynjar Poulsen fekk orðið á aftaná dystin B36-Skála ÍF 0-0. Paul…

11.04.2026
Aron: – Víkingur var betra liðið í Klaksvík í dag

Aftaná 0-1 (0-1) tapið hjá Víkingi á útivølli í Klaksvík fekk Rúni á Reynatrøð orðið á blaðunga Aron Benjamins…

06.04.2026
Jóannes: – KÍ vann ein torføran dyst í dag

Aftaná 1-0 sigurin hjá KÍ á Víkingi á vøllinum við Djúpumýru fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Jóannes Kalsø Danie…

06.04.2026
Schjønberg fegnast um góðan seinna hálvleik men harmast onkra dómaraavgerð

Michael Schjønberg staðfestir í samrøðu við Trygva Absalonsen aftaná 0-2 (0-1) ósigurin hjá 07 Vestur fyri AB …

06.04.2026
Besti leikarin í mars fegnast um góðu gongdina hjá AB

Sjúrður Henriksen, ið higartil hevur havt trý upplegg til mál og skoraði seinna málið hjá AB í 2-0 (1-0) sigri…

06.04.2026