Tú lurtar eftir

Jóannes Bjartalíð: – Sindur ergiligt ikki at hava verið partur av KÍ-hópinum í summar

06.09.2023

– Tað er eitt sindur ergiligt ikki at vera partur av KÍ-ævintýrinum í summar, men tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast hjá KÍ. Tað sigur klaksvíkingurin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð, nú KÍ er farið avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin í summar, eftir at føroysku meistararnir vunnu seg í eitt evropeiskt bólkaspæl sum tað fyrsta føroyska felagið. Men nú handlar tað um landsliðið og sera torføru uppgávuna móti Póllandi í annaðkvøld. – Vit skulu brúka avrikið hjá KÍ sum íblástur móti Póllandi. Tað verður torført, men vit mugu trúgva upp á tað, sigur Jóannes Bjartalíð. Fyrrverandi KÍ-spælarin sigur, at hann er í góðari dystarvenjing nú, og at tað koyrir væl í Norra, nú lið hansara, Fredrikstad, liggur nummar eitt í næstbestu norsku deildini. Hóast hann hevur fingið nøkur mál, og eisini nøkur mál upp á brotsspark, so er Jóannes Bjartalíð ikki heilt nøgdur við sínar egnum deyðbóltar seinastu tíðna. – Tað hevur gingið av hundanum til við deyðbóltum í Fredrikstad, men kanska tað fer at ganga betur nú, sigur hann. Eisini kemur Jóannes Bjartalíð eitt sindur inn á sína egnu fótbóltsframtíð. Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Jóannes Bjartalíð her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Skála ÍF avrikar væl – men teir eru ikki nóg avgjørdir frammanfyri málinum

Aftaná 1-2 ósigrinum á heimavølli móti B36 undir Mýruhjalla fekk Agnar Prestá orðið á liðskiparan hjá Skála ÍF…

17.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – HB hevur eina lítla favorittstøðu at røkka steypafinaluni

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, og serligu b…

14.05.2026
Sølvi Vatnhamar: – Tað var rætt at døma umspark í samband við brotssparkið

Aftaná 1-2 hálvfinalutapið fyri HB á útivølli í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fekk Rúni á …

14.05.2026
André Olsen: – Týdningarmikið hjá HB at koma á mentalu slóðina aftur

Aftaná 2-1 heimasigurin á Víkingi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fekk Rúni á Reynatrøð or…

14.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Hasi bæði málini vera góð hjá KÍ til seinnu hálvfinaluna

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Niclas Niclasen siga frá teimum seks málunum, ið vóru s…

13.05.2026
Daniel Obbekjær: – Uppiborin KÍ-sigur – okkara mistøk kostaðu

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við verjuleikaran hjá NSÍ, Daniel Obbekjær aftaná 2-4 tapið í fyrru há…

13.05.2026
Páll A. Klettskarð: – KÍ spælir ein góðan dyst – serliga framrættað

Aftaná 4-2 sigur á NSÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmansteypið við Djúpumýru fekk Trygvi Absalonsen…

13.05.2026
Emil: – Eru betri brynjaðir at kappast um steypini í ár

Miðvallarin hjá NSÍ fegnast um, at liðið er á odda í Meistaradeildini eftir fyrsta triðing, hóast "tað ikki al…

11.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Tað eydnaðist Skála ÍF at órógva uppspælið hjá AB

Hoyr frásøgumannin, Per D. Jacobsen og viðmerkjaran, Terja Leitisstein Hansen siga frá brotssparksstøðuni og s…

10.05.2026
Øssur Hansen: – Fingu ikki lagt tað ætlaða trýstið

Aftaná 0-1 tapið fyri Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Per D. Jacobsen orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hans…

10.05.2026
Sigursmálskjúttin fegnast um at Skála ÍF er ósigrað í fimm dystum

Aftaná 1-0 sigurin hjá Skála ÍF á AB undir Mýruhjalla fekk Per D. Jacobsen orðið á sigursmálskjúttan hjá Skála…

10.05.2026
Emil W. Joensen, Jákup á Borg, Hanus Højgaard og Hans Pauli á Bø vóru gestir í “3. hálvleiki”

Pætur Nolsøe var vertur í sendingini "3. hálvleikur". Hann prátaði við Emil W. Joensen, NSÍ, Jákup á Borg, B36…

10.05.2026
Sølvi Vatnhamar: – Søgan endurtók seg í dag

Í samrøðu við Trygva Absalonsen aftaná 1-1 javnleikin hjá Víkingi á útivølli móti EB/Streymi við Margáir iðrað…

10.05.2026
Útvísti EB/Streymsvenjarin: – Eg mótmælti bara einum brotssparki sum ikki var dømt

Í samrøðu við Trygva Absalonsen heldur Sigfríður S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, ið fekk reyða ko…

10.05.2026
Agnar Prestá: – B36-ararnir kunnu vera væl nøgdir við fyrsta triðingin av kappingini

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinu…

09.05.2026
Jóannes K. Danielsen: – Tá ein ikki skorar upp á møguleikarnar ber illa til at vinna

Aftaná 1-1 javnleikin millum B36 og KÍ í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á Jóannes Kalsø Danielsen hjá …

09.05.2026