Tú lurtar eftir

Jóannes Bjartalíð: – Sindur ergiligt ikki at hava verið partur av KÍ-hópinum í summar

06.09.2023

– Tað er eitt sindur ergiligt ikki at vera partur av KÍ-ævintýrinum í summar, men tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast hjá KÍ. Tað sigur klaksvíkingurin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð, nú KÍ er farið avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin í summar, eftir at føroysku meistararnir vunnu seg í eitt evropeiskt bólkaspæl sum tað fyrsta føroyska felagið. Men nú handlar tað um landsliðið og sera torføru uppgávuna móti Póllandi í annaðkvøld. – Vit skulu brúka avrikið hjá KÍ sum íblástur móti Póllandi. Tað verður torført, men vit mugu trúgva upp á tað, sigur Jóannes Bjartalíð. Fyrrverandi KÍ-spælarin sigur, at hann er í góðari dystarvenjing nú, og at tað koyrir væl í Norra, nú lið hansara, Fredrikstad, liggur nummar eitt í næstbestu norsku deildini. Hóast hann hevur fingið nøkur mál, og eisini nøkur mál upp á brotsspark, so er Jóannes Bjartalíð ikki heilt nøgdur við sínar egnum deyðbóltar seinastu tíðna. – Tað hevur gingið av hundanum til við deyðbóltum í Fredrikstad, men kanska tað fer at ganga betur nú, sigur hann. Eisini kemur Jóannes Bjartalíð eitt sindur inn á sína egnu fótbóltsframtíð. Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Jóannes Bjartalíð her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Hoyr landsliðsfótbóltspanelið hjá Petur Asbirni Lervig, Agnari Prestá og Tróndi Arge

Hoyr landsliðsfótbóltspanelið hjá Petur Asbirni Lervig, Agnari Prestá og Tróndi Arge , ið teir høvdu undan Nat…

10.10.2024
Tummas Lervig: Magnus Powell er ein góð venjaraloysn fyri KÍ

Hoyr samrøðuna Regin Sivertsen gjørdi við KÍ-formannin, Tummas Lervig undan dystinum millum KÍ og NSÍ við Djúp…

04.10.2024
Ein margháttlig støða

Hoyr her hvat venjanir hjá ÍF og B68 søgdu eftir dystin, sum byrjaði leygardagin, men bleiv leiktur liðugur í …

01.10.2024
Ólavur Mikkelsen: Eitt gott avrik hjá Víkingi á einum torførum útivølli

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum Víki…

30.09.2024
Pól Thorsteinsson og Gilli Rólantsson eru samdir um at FC Suðuroy var tað betra liðið í dag

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Bjarna Johansen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í…

29.09.2024
Hannes Agnarson: – Súrt ikki at vinna nú tá NSÍ tapti fyri EB/Streymi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá málunum í dystinum B36-HB 2-2 (2-1), og hoyr samrøðurnar hann g…

28.09.2024
Julian Frankieson Knudsen: B71 satsar 100 prosent upp á at flyta upp

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Frankie Jensen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í…

27.09.2024
Stórur lætti hjá Jákupi Thomsen at skjóta fyrstu málini í Betrideildini hetta kappingarárið

Hoyr Rúna á Reynatrøð siga frá teimum trimum málunum HB skoraði móti Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn. H…

22.09.2024
Bill: Nú hava vit fýra finalur eftir sum vit skulu vinna

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Frankie Jensen siga frá málunum, ið vóru skotin í í 1.d…

22.09.2024
Árni vónar at fáa eitt sindur av spenningi í meistarastríðið

Hoyr frásøgumannin, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum KÍ skoraði móti B68 á Svangaskarði á Toftum. Hoyr e…

21.09.2024
Sølvi: Enn kann nógv henda í meistarastríðnum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá sigursmálinum Jørgen Nielsen skora…

21.09.2024
2024-09-20: Politiið eftirmetir hendingar í sambandi við fótbóltsdyst

Løgreglan gjørt eftirmeting. Sama skattaproent í Havn. Staksdegi í Tjørnuvík. Javnleikur móti Sveis.

20.09.2024
Tórshavnar manskór í studio

Tórshavnar Manskór hevur skjótt 40 ár á baki. Tað var stovnað í 1986 og er eitt øgiliga aktivt kór. Kórið hevu…

16.09.2024
Hjalti skoraði ársins mál og er enn vónríkur um at B68 kann yvirliva

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá…

15.09.2024
Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1: Eyðstein Zachariassen og Knút B. Johannesen taka samanum sigrarnar hjá EB/Streymi og Skála á ÍF og 07 Vestur

Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1: Eyðstein Zachariassen og Knút B. Johannesen í samrøðu við Hera Simonsen taka …

15.09.2024
Hallur Hansson: KÍ hevur funnið stevið nú

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Regin Sivertsen siga frá sigursmálinum Páll A. Klettskarð skoraði í 1-0 sigrinum h…

15.09.2024