Norska fótbóltsfelagið Fredrikstad við Jóannes Bjartalíð á liðnum spælir í kvøld móti enska Premier League-felagnum Crystal Palace.
Landliðsleikarin,Jóannes Bjartalíð, var skaddur í fleiri mánaðir, men hevur spælt fleiri og fleiri minuttir seinasta mánaðin.
Í síðstu viku spældi hann ein hálvleik, tá ið Fredriksstad tapti 2-0 móti danska felagnum Midtjylland, og var sligið úr Europa League.
Nú skal Fredrikstad so royna seg móti kenda enska felagnum Crystal Palace í Conference League.
Stórur áhugi er altíð fyri dystum móti feløgum í Premier League, og í ár hevur verið sera nógv fokus á Crystal Palace.
Felagið úr London vann óvæntað kendu ensku FA-steypakappingina í ár, og tað var fyrsta stóra steypið, sum felagið nakrantíð hevur vunnið.
Tað gav atgongd til at spæla í Europa League. Men av tí, at ein av eigarunum í Crystal Palace eisini átti franska felagnum Lyon, sum eisini hevði spælt seg til Europa League, gjørdi UEFA av, at Crystal Palace ikki slapp at spæla í Europa League. Teir skulu tí í staðin spæla í Confernce League. Tað hjálpti einki hjá felagnum at kæra avgerðina.