Jóannes Dalsgaard: Keypmenninir hava stolið okkara hús

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

– Keypmenninir hava stolið okkara hús. Nú er tíðin komin at taka tað aftur.

Soleiðis byrjar samfelagsfrøðingurin Jóannes Dalsgaard eina tíðargrein, sum hann hevur skrivað á enskum á Facebook.

Hann minnir á, at samfelagið ikki eigur at verða síggjast sum ein fyritøka, men sum okkara felags heimur. Eftir seinna heimsbardaga varð hetta sjónarmið tikið í álvara. Í Bretlandi varð National Health Service stovnað, og í Svøríki varð samfelagið lýst sum “Fólkaheimið” – eitt hús, har øll høvdu pláss.

Men í 1980unum broyttist alt. Ronald Reagan og Margaret Thatcher spottaðu felagsskap og søgdu: “Samfelagið finst ikki.” Seinni hildu sosialdemokratar somu leið. Borgarar vórðu umdoyptir til “menniskjaligur kapitalur”, og staturin gjørdist ein “kappingarmaskina”.

Jóannes Dalsgaard skrivar, at Fólkaheimið varð selt, rúm fyri rúm, til tey, sum longu búðu í borgum. Sjúkrahús, skúlar og bústaðir verða nú umrødd sum “útreiðslur”, heldur enn sum lívsneyðug rættindi.

Jóannes vísir á, at Airbnb byrjaði sum ein partur av einum “deilisbúskapi”, sum bygdi álit. Men tað varð skjótt yvirtikið av íløgufeløgum, og grannaløg gjørdis til gistingarhús. Felagsskapur varð skiftur út við vinning.

– Tað, sum hendi við Airbnb, er tað sama sum hendi við vælferðarskipanina, sigur Jóannes Dalsgaard.

Jóannes samanber støðuna við søguna um Jesus, sum rak handilsmennirnar úr templinum. Í dag eru tað nýliberalar, sum hava tikið yvir og gjørt alt til søluvøru, eisini heilsu, útbúgving og demokrati.

Jóannes vísir á, at ríkidømi yvir eitt vist, gerst einki annað enn kraddarí, eitt groteskt ritual av tign. Hann spyr, hvussu nýliberalisma kann sameinast við kristindómin, tá ið tey hava mótstríðandi etiskar grundreglur.

At enda heitir hann á fólk um at taka ábyrgd:

Steðga við at dyrka ríkidømi. Liv solidariskt. Skatta teir, sum leggja undir seg. Endurbygg felagsgóðsið. Og krev leiðarar, sum tosa um rættvísi og virðing, ikki kapping og útreiðslur.

Tíðargreinin endar við einum boðunum:

– Húsið er okkara. Nú er tíðin komin at steðga ráninum, at reka keypmenninar út og endurbyggja tað saman!

Niðanfyri er øll tíðargreina á enskum á Facebook


Øll tíðargreinin kann lesast á Facebook