Jóannes: Hevur Bakkafrost í Skálavík hægri raðfesting enn Suðuroyartunnilin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú nógv kjak hevur tikið seg upp um Suðuroyatunnilin, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi Løgmaður, at hann er farin at hugsa, at møguliga hevur vegaføringini til Bakkafrost í Skálavík hægri raðfesting enn hvar Suðuroyartunnilin skal vera. Tað segði Jóannes Eidesgaard í Stjórnini í FM1 í gjár.

Jóannes sigur, at hann kann ikki lata vera við at hugsa hendan tankan, eftir at hava hoyrt umboð fyri Sandskommunu í Degi og Viku vera ivasom um tunnilsætlanina, meðan umboð fyri eystankommununa Skálavík fegnaðist um loysinina.

Jóannes Eidesgaard veit, at tað er løgið at siga so, men hann heldur, at okkurt liggur undir hesum.

Hann nevnir eisini, at soleiðis sum tunnilsfelagið er samansett, so hevur tað eitt ávíst tilknýti til Bakkafrost. Stjórin í tunnilsfelagnum, Teitur Samuelsen, er nevndarlimur í Bakkafrost, Bergur Poulsen hevur verið stjóri í Havsbrún, sum eisini er Bakkafrost, og í Løgmansskrivstovan hevur eisini tilknýti til Bakkafrost.

Jóannes Eidesgaard heldur, at í eini so stórari verkætlan, eiga vit at venda hvørjum steini, og hann heldur at tað er løgið, at verkætlanin hjá Jón Sigurðson og Kristian Stórhamar, har tvey ár kunnu vinnast, púrasta verður avvíst.

– Her má okkurt annað búgva undir. Her er onkur annar, sum stýrir enn vit og skil, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hoyr, hvat Jóannes Eidesgard segði í Stjórnini: