Tað er ikki matematiskt 100 prosent víst enn, men Víkingur er seks stig og 31 mál frammanfyri KÍ nú bert tvey umfør eru eftir at leika í Betrideildini hjá monnum. Jóannes Kalsø Danielsen hjá KÍ valdi í samrøðu við Regin Sivertsen at ynska Víkingi tillukku við FM. Regin prátaði eisini við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Jens Wedeborg, ið helt, at NSÍ hevði avrikað væl móti einum sterkum KÍ-liði. Fremst á ljóðfíluni ber til at hoyra Regin saman við viðmerkjaranum, Oddmar á Lakjuni siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í 3-1 sigrinum hjá KÍ á NSÍ. Hoyr eisini Oddmar taka samanum dystin.
