Fyrr í vikuni setti A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson navn á 22 av teimum 24 spælarunum, ið skulu mynda føroyska hópin til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Moldova.
Hósdagin 7. september spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy leikvøllinum í Warszawa, og sunnudagin 10. september klokkan 17 vitja moldovar á Tórsvølli.
Á tíðindafundinum í samband við landsliðsúttøkuna boðaði venjarin samstundis frá, at seinni í vikuni fóru tveir spælarar afturat at verða kunngjørdir. Og nú er greitt, at Teitur Matras Gestsson úr HB, og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ vera í hópinum til komandi landsliðsuppgávur.
Teitur Matras Gestsson er higartil skrásettur fyri 22 A-landsdystir fyri Føroyar, meðan Jóannes Kalsø Danielsen er skrásettur fyri níggju dystir.
Atgongumerki til dystirnar móti Póllandi og Moldova fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Umframt vanligu atgongumerkini til dystin móti Moldova, verður hesaferð eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn. Kostnaðurin fyri barnaatgongumerki er einans 50 krónur, og verða seld í bólkunum 107 og 108, og í bólkunum 114 og 115.
Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Vejle BK (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo