Tú lurtar eftir

Jóannes við Tobba: – Høvdu tit roknað við at Putin fór í koma av Høgna Hoydal?

11.08.2023

– Høvdu tit veruliga roknað við, at Putin fór í koma, tí at Høgni Hoydal stongdi nakrar havnir? Soleiðis spurdi fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, tá fyrrverandi løgmaður, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen høvdu fiskiveiðusáttmálan við Russland til viðgerðar í sendingini á FM1 “Stjórnin – politikkur skák”, har Árni Gregersen er vertur. Brotið kann hoyrast her: Síðan landsstýrið hevur sett strangari tiltøk í verk móti russiskum skipum í Føroyum, hevur orrusta tikið seg upp í Tjóðveldi, har tað seinasta er, at aðalstjórnarforkvinnan í Tjóðveldi, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, er farin beint ímóti floksformanninum, Høgna Hoydal. Í sendingini segði Tórbjørn Jacobsen, at tað er upp á sítt pláss at eftirmeta tiltøkini, hóast tey bert hava verið í gildi í gott og væl ein mánað. Í sendingini legði hann áherðslu á, at tiltøkini raka slett ikki Russland, men bara Føroyar. Hoyr alla sendingina her Hoyr alla sendingina her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin nr 56

Norðurlandaráðið – Samgongan nú og eftir ólavsøku

26.06.2024
Stjórnin nr. 55 – Makrelavtalan við Noreg og Bretland, tilbúgvingin hjá føroyskum húskjum og sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum

Árni Gregersen hevði aftur sett stjórnupanelinum, Jóannesi Eidesgaard, Tórbirni Jacobsen og Heðini Zachariasse…

19.06.2024
Stjórnin nr 54

Stuðul til Kirkjubøstólarnar.Helgi Abrahamsen: Løgmaður sigur ósattMette Frederiksen

12.06.2024
Stjórnin nr 53

Grundlógin – Verkfallið

05.06.2024
Stjórnin nr. 52 – um verkfallið sum er farið inn í triðu vikuna nú

Verkfallið sum er farið inn í triðu vikuna nú var evnið í Stjórnini. Vertur var Árni Gregersen. Panelið mannað…

29.05.2024
Stjórnin nr. 51 – Málið um gongd í haga, fosturtøkumálið, breiðar semjur og haldførið í búskapinum

Málið um gongd í haga, fosturtøkumálið, breiðar semjur og haldførið í búskapinum vóru málini, ið panelið í Stj…

22.05.2024
Stjórnin nr. 50 – Jóannes, Tórbjørn og Heðin viðgjørdu verkfallið

Í dag skipaði Árni Gregersen fyri sending nr. 50: Stjórnin – politikkur á skák. Í dag viðgjørdi fasta panelið,…

15.05.2024
Stjórnin nr 49

Limaskapur í NorðurlandaráðnumBústaðarneyð

08.05.2024
Stjórnin nr 48
01.05.2024
1. maidagshald í Stjórnini

Í dag, 1. mai, er altjóða arbeiðaradagur, og í hesum sambandi fer Stjórnin at umrøða týdningin av hesum d…

01.05.2024
Stjórnin nr 47: Ov høgt BMI í Føroyum, tilfeingisgjald og altjóða politikkur

Gestirnir hjá Árna Gregersen í Stjórnini: Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariassen og Tórbjørn Jacobsen umrøddu …

24.04.2024
Stjórnin nr 46

Børsen – Fornminnir – Tjóðleikhúsið – Ríkisrættarligastøðan hjá føroyum

17.04.2024
Stjórnin – dýrar sjúkrahússengur

Tað kemur javnan fyri, at liðugt viðgjørdir sjúklingar ikki kunnu útskrivast, tí einki tilboð er at lofta teim…

17.04.2024
“To be or not to be”

Seinastu dagarnar hava formenninir fyri Tjóðveldi og Sambandsflokkin roynt at skilmarkað, hvørt Føroyar eru ei…

10.04.2024
Stjórnin – Politikkur á skák nr 44

A-Liði umrøddir millum annað hesi evnir: Búskaparráðið.Aðalráð.Fiskidagar/kvotur

03.04.2024
Stjórnin – politikkur á skák nr 43

Evnir: Politisk semja um tøkugjald – Fosturtøkur – Terror í Ruslandi

27.03.2024