

Jóansøkubál í Sandagerði í kvøld
21.06.2023Í kvøld, mikukvøldið 21. juni klokkan 21 verður árliga Jóansøkubálið í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Byrjað verður við, at Ólavur á Váli spælir nøkur løg, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir bjóða bollar og kaka. Randi Kúrberg heldur røðuna.

Festivalradio (ljóð)
Vit senda frá festivalunum kring landið.