Klaksvíkar kommuna boðar í dag frá, at Jógvan á Lakjuni er settur sum nýggjur Havnameistari í Klaksvíkar havn.
Jógvan á Lakjuni hevur seinastu 10 árini starvast sum havnafúti hjá Klaksvíkar havn, og hann kennir tí væl til tørvin hjá havnini og kann fara til verka beinanvegin, sigur Klaksvíkar kommuna.
Jógvan á Lakjuni er útbúgving skipsførari og hevur nógvar royndir frá fiskivinnuni, umframt at hann hevur royndir við eitt nú cruise vinnu og offshore vinnu, sigur Klaksvíkar kommuna. Jógvan á Lakjuni byrjar í starvinum 1. august.