Jóhan á Plógv Hansen fer aftur at spæla í donskum hondbólti. Havnarmaðurin, sum er vaksin upp í Kyndli, skal komandi árini spæla fyri Skanderborg AGF Håndbold.
Jóhan á Plógv Hansen spældi við Skanderborg Håndbold og Bjerringbro-Silkeborg, áðrenn hann í 2020 skifti til týskan hondbólt, har hann hevur spælt fyri TSV Hannover-Burgdorf og SG Flensburg-Handewitt
Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur vunnið fýra heimsmeistaraheiti og fleiri altjóða heiðursmerki, hevur spælt yvir 100 landsdystir fyri Danmark.