Jóhan og Eirikur tilnevndir nýggir landstýrismenn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á móttøku í Tinganesi í dag tilnevndi Aksel V. Johannesen løgmaður Jóhan Christiansen og Eirik í Jákupsstovu sum nýggjar landstýrismenn fyri Tjóðveldi.

Eirikur í Jákupsstovu er nú landsstýrismaður í Almanna- og mentamálum og Jóhan Christansen er landsstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum.

Samstundis fer Sirið Stenberg frá um landstýriskvinna í Almanna- og mentamálum og verður í staðin landstýriskvinna í Uttanríkis- og vinnumálum.

Høgni Hoydal gevst sum landsstýrismaður og er nú vanligur tingmaður fyri Tjóðveldi.

Alt hetta verður gjørt, eftir at at Dennis Holm legði frá sær sum landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum.


Jóhan Christiansen er 47 ára gamal og hevur verið rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest.

Hann er bachelor í stjórnmálafrøði, og var borgarstjóri fyri Tjóðveldi í Eysturkommunu frá 2009 til og við 2020. Hann hevur stillað upp til Løgtingsvalið í 2015, 2019 og 2022.

Hann býr í Leirvík saman við konuni og eiga tey tvey børn. Jóhan er limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.


Eirikur í Jákupsstovu er 37 ára gamal og hevur verið tingmaður fyri Tjóðveldi.

Hann stillaði fyrstu ferð upp fyri flokkin í 2022, og kom inn á ting sum varamaður, tá ið Tjóðveldi fór í samgongu.

Hann er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiddi fyri flokkin áðrenn hann stillaði upp í løgtingsval.

Hann býr í Klaksvík saman við konuni, og eiga tey trý børn. Eirikur í Jákupsstovu er limur í Norðoya Tjóðveldisfelag