John av Reyni gjørdist fyrsti veljari í Hoyvík í nýggjari tíð. Hoyvík hevur ikki verið valstaður síðan Hoyvík fór upp í Tórshavnar kommunu í 1978.
John av Reyni stillar sjálvur upp fyri Javnaðarflokkin til kommunuvalið í dag, og hann sigur soleiðis um orsøkina til, at hann er fyrsti veljari í Hoyvík í meira enn 40 ár.
-Eg havi nógv á skránni í dag, so eg hugsaði, at eg fór at vera tíðliga á fótum. At eg varð tann fyrsti, var bara tilvildarligt. Tað er stuttligt, og tað er deiligt, at vit hava fingið ein valstað í Hoyvík. Vit eru jú so mikið nógv fólk heruppi, og tað er týðandi, at vit sleppa at velja lokalt her uppi. So er tað eisini minni trýst á niðri á Hálsi
Fólkatalið í Havn og Hoyvík er vaksið nógv seinastu árini, og tí er talið av veljarum í høllini á Hálsi vaksið nógv. Nógv ferðsla hevur verið við valstaðið í høllini á Hálsi, og tað hevur ført til ferðsluruðuleika.
Tí heitti Tórshavnar býráð eftir seinasta løgtingsval á Løgmálaráðið um at skipa Hoyvík sum egnan valstað, og í fjør kunngjørdi, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at Hoyvík aftur verður egin valstaður.
Valstaðurin í Hoyvík er í Hoyvíkshøllini
Fyrstu veljararnir skráseta seg.
Krossurin verður settur.
Atkvøðukassin verður forseglaður.
Fyrsta atkvøðan fer í atkvøðukassan í Hoyvík í meira enn 40 ár.