John Paul De Joria mist loyvi at sigla

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Skipið hjá Paul Watson, John Paul De Joria, liggur í løtuni í Hull, har tað skal hava umvælingar, men skipið sleppur eftir øllum at døma ikki víðari, tí myndugleikarnir á Jamaica, har skipið er skrásett, hava strikað John Paul De Joria úr skipaskránni.

Hetta sigur Paul Watson sjálvur á Facebook í dag.

Paul Watson sigur, at avgerðin at taka flaggið frá John Paul De Joria kemur eftir at Føroyar høvdu myndugleikunum í Jamaica greitt um lógarbrotini hjá John Paul De Joria í Føroyum.

Paul Watson vil annars vera við, at tað er gott, at Jamaica hevur tikið flaggið frá John Paul De Joria, tí hetta merkir, at tey umborð á John Paul De Joria eru greið yvir, at tey hava ikki stuðul frá Jamaica.

-Vit hava tørv á einum flaggi, sum stuðlar okkum, sum skilir, at her eru álvarsom mál at taka støðu til, og at vit mugu taka kjansir, sigur Paul Watson.

Paul Watson leggur eisini aftrat, at leitað verður í løtuni eftir øðrum flaggi at skráseta John Paul De Joria undir, soleiðis at skipið kann sigla aftur.

Eftir øllum at døma hevur túrurin í Føroyum eisini verið harður fyri motorin á John Paul De Joria, tí annar av høvuðsmotorunum umborð skal umvælast.

At enda sigur Paul Watson eisini, at ein nýtt lið frá Captain Paul Watson Foundation er á veg til Føroya. Tað er kortini ikki greitt, um talan er um eitt lið, ið skal virka á landi, ella um talan er um okkurt átak á sjónum.