John Paul DeJoria kemur neyvan til Føroya í summar

Skrivað

FM1

Dagfesting

– Vit kunnu ikki senda John Paul DeJoria til Føroya, tí Danmark fer at krevja, at okkara flagg verður strikað, um vit koma í føroyskan sjóøki. Uttan flagg kunnu vit einki gera. Men vit hava fólk á staðnum, og vit fara at senda John Paul DeJoria eftir størsta fíggindanum, sum hvalirnir hava.

Soleiðis svarar Paul Watson einum av sínum stuðlum aftur á Facebook, tí hesin stuðulin gjarna vil hava Paul Watson at senda eitt skip til Føroya at steðga grindadrápi.

Tað er serliga eftir grindirnar í síðstu viku, at fólk, sum stuðla nýggja felagsskapinum hjá Paul Watson, Captain Paul Watson Foundation, vilja hava felagsskapin at blanda seg beinleiðis uppí, tá grindir eru.

Seinastu dagarnar hevur John Paul DeJoria verið á sjarmuferð í Bretlandi og Írlandi, men skipið fór úr Dublin í gjár.

Felagsskapurin hevur fyrr í ár boðað frá, at fer Ísland at veiða stórhval í summar, so er “tíðin búgvin til enn eina dramatiska, ágangandi og effektiva uppílegging”, segði Paul Watson í einum boðum í januar í ár.

Kristján Lóftsson, eigari av Hvalur hf. segði í farna mánað, at hann neyvan fór at veiða nebbafisk í ár, hóast hann hevur fingið loyvi til tess. Hetta, tí bátarnir ikki verða klárir til tíðini til veiðitíðina, ið er frá juni til september.

Í fjør summar var John Paul DeJoria í føroyskum sjóøki, men talan gjørdist um ein dýran túr. Annar høvuðsmotorurin mátti umvælast eftir herferðina í Føroyum, og so bleiv flaggið eisini strikað úr skipaskrásetingini í Jamaika, men er nú skrásett í Dominika.

Enn er ikki greitt, hvar John Paul DeJoria nú er á veg til, men á Facebook-vanganum hjá Captain Paul Watson Foundation varð kunngjørt í gjár, at ein herferð er ávegis, og tað bleiv gjørt við hesari myndini: