Landsbankin ákærir á heimasíðu síni Løgmansskrivstovuna fyri at misbrúka upplýsingar í sambandi við rokniskykkið um Suðuroyartunnilin.
Landsbankin sigur, at Smyril verður gjørdur so dýrur sum møguligt í roknistykkinum, meðan Suðuroyartunnilin verður gjørdur so bíligur sum møguligt.
Johnny í Grótinum, sum bæði er formaður í Landsbankanum og Búskaparáðnum, segði í tíðindasendingini á FM1 á middegi, at tað er í tráð við tað, sum Landsbankin skal gera, at stovnurin leggur seg konkret út í málið um Suðuroyartunnilin.
Johnny í Grótinum sigur, at Landsbankin og Búskaparráðið eisini gjørdu vart við skeivleikan í roknistykkinum í sambandi við eina hoyring í fíggjarnevndini.
Johnny í Grótinum ásannar, at talan er um grovar ákærur móti Løgmansskrivstovni. Hann sigur at tað er álvarsamt at samanbera tunnilsleiðina við ferjuleiðina upp á ein skeivan og misvísandi máta, og hann sær fram til, at Løgmansskrivstovan kann afturvísa ákærunum.
Lurta eftir øllum innslagnum niðanfyri: