Jólatræið í Vági verður tikið niður

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu eru forvitnislig tíðindi, um at jólatræið verður tikið niður, hóast tað nærkast jólum.

Søgan er tann, at Vágs kommuna í 2022 gróðursetti eitt stórt granntræ. Endamálið var, at kommunan skuldi vera burðardygg og sleppa undan at keypa eitt stórt granntræ til jólahøgtíðina

Nú má træið tíverri takast niður, tí at sjúka er staðfest í tí. Vágs kommuna skrivar soleiðis um træið:

– Granntræið hevur verið miðdepil í jólahaldinum hjá kommununi í tvey ár og hevur verið til stóra gleði fyri bæði børn og vaksin. Fyrsta árið stóð træið seg væl, men síðsta árið hevur tað stríðst. Gartnarin hjá kommununi hevur roynt at bjarga trænum, men eftir at hava ráðført seg við fakfólk varð staðfest, at træið er ov sjúkt til at kunna bjargast.

Jólatræið verður tikið niður týsmorgunin í næstu viku. Kommunan ætlar tó at gróðurseta eitt nýtt granntræ á staðnum.