Jón Tyril leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fuglafjarðar kommuna hevur sett Jón Tyril í starv sum leiðara í Mentanarhúsinum. Jón er 51 ára gamal og búsitandi í Norðragøtu. Hann hevur drúgvar royndir við at fyriskipa tónleikatiltøk og mentanarligar upplivingar.

Hann var ein av stovnarunum av G!-Festivalinum og Tónleikasamtakinum Grót. Harumframt hevur hann skipað fyri fleiri øðrum mentanartiltøkum, eitt nú árliga afturvendandi Hoyma.

Umframt sínar royndir í upplivingarvinnu, hevur Jón B.A. prógv í føroyskum máli og bókmentum og drúgvar royndir innan samskifti og leiðslu.

Seinasta árið hevur hann røkt leiðarastarvið í Mentanarhúsinum í farloyvisstarvi.