Tað er stuttligt at vera føroyingur við áhuga fyri ítrótti í hesum døgum. Hetta føroyska ítróttarsummarið hevur verið eitt tað besta nakrantíð, og flottu úrslitini í fleiri ítróttargreinum eru við til at seta Føroyar á heimskortið enn einaferð.
Í gjár var tað Jónas Gunnleivsson Isaksen, ið átti tørn at koma við enn einum flottum úrsliti, tá hann vann gull á 400 metrum til U20-evropameistaraheitið, sum var í Jerusalem í Ísrael.
Jónas byrjaði væl og var væl við allatíðina, men tað var serliga í teimum síðsta 100 metrunum, at Jónas setti sínar kappingarneytar til viks og kom fyrstur um málið við tíðini 45,86, sum bæði er føroyskt met og danskt ungdómsmet á teininum.
Jónas Gunnleivsson Isaksen umboðar danska landsliðið til EM, tí Føroyar ikki eru limur í World Athletics, sum er altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt.
Í morgun hava Jónas G. Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss runnið í 4×100 metrar stafettini fyri Danmark til U20 EM í Jerusalem. Teir renna saman við Valentin Jensen og Hector Wandt, og megnaðu at renna seg til finaluna í fýra ferðirnar 100 metrar stafettrenningini. Samanlagt runnu Jónas G. Isaksen, Eiri Jógvansson Glerfoss og danskararnir fjórðbestu tíðina.