Jovanu Stranjanac, málkvinna hjá Kyndli, er vald til besta leikara í SMS Deildini í septembur.
30 ára gamla Jovana, sum kemur úr Serbia, hevur í fleiri kappingár verið millum bestu málkvinnur í føroysku hondbóltskappingini. Hon hevur sambært Handballstatz bjargað nærum helvtina av skotunum higartil hetta kappingarárið, 49 prosentum.
Hjá monnunum gjørdist Trúgvi Hávardsson úr StÍF besti leikari í Burn Deildini í septembur. Spælskiparin hjá strandingum hevur sambært Handballstatz skotið 41 mál í sjey dystum, 12 teirra við brotskasti.